fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Lívbjargarar í Páls Høll

Kundi tú hugsa tær at verði lívbjargari í Páls Høll? Okur leita nevniliga eftir lívbjargarum at byrja skjótast gjørligt. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av trygd, reingerð og kundarøkt. Talan er um trý størv:

  • tíðaravmarkað starv fram til 31. desembur 2025, sum lívbjargari, á 30 tímar um vikuna, arbeiðstíðin er í størstan mun gerandisdagar.
  • starv sum lívbjargari á 25 tímar um vikuna, arbeiðstíðin er skiftandi millum gerandisdagar og vikuskiftir.
  • starv sum lívbjargari á 20 tímar um vikuna, arbeiðstíðin er skiftandi millum gerandisdagar og vikuskiftir.

Starvið sum lívbjargari fevnir í høvuðsheitum um:

  • at standa fyri trygdini í hyljunum
  • reingerð av Páls Høll
  • avgreiðslu av viðskiftafólki
  • fyrireika ymisk tiltøk í Páls Høll

Okur vænta, at tú:

  • ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • dugur væl at samstarva, men kann arbeiða sjálvstøðug/t
  • vísur arbeiðssemi og nærlagni
  • hevur hug og hegni at samskifta og vegleiða viðskiftafólki
  • dugur at halda gott reinføri

Harumframt skalt tú duga væl at svimja og skal kunna standa lívbjargararoyndina.

Okur ynskja, at tú kanst byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú longu hevur staðið lívbjargararoyndina, hevur royndir innan reingerð og aðrar royndir frá líknandi arbeiði.

Løn og setanartreytir

Starvið er lønt í lønarflokkið 2 í sáttmálað millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn og spurningar

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast inn her til okra HR-skipan, og vera okum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. septembur 2025.

Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta

Um tú hevur spurningar, so kanst tú venda tær til Davið T. Hafsteinsson, virkandi hallarleiðari, á telefon 28 50 00.

Lagt út tann
05. sep. 2025
Starv
Lívbjargarar í Páls Høll
Starvsheiti
Lívbjargarar í Páls Høll
Virki
Vágs kommuna
Deild
Páls Høll, leiðari
Umsóknarfreist
19. sep. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor