Leys størv
Námsfrøðingar
Vágs Kommuna søkir eftir námsfrøðingum at starvast millum 25 - 40 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt, talan er bæði um føst- og tíðaravmarkaði størv.
Eikilund, Sóljan, Frítíðarskúlin og Ungdómshúsið mynda dagstovnaøkið, men hava sjálvstøðugar karmar at virka undir. Náttúran og nærumhvørvið seta sín dám á gerandisdagin í dagstovnaøkinum.
Okur vænta, at tú:
· kanst arbeiða sjálvstøðugt, men dugur at samstarva
· er jalig/ur og sær møguleikar, heldur enn forðingar
· tekur ábyrgd og setur tær mál
· skapa góðar og tryggar umstøður í gerandisdegnum saman við børnum
· ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
Okur bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á dagstovnaøkið hjá Vágs Kommunu.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir verður sent til Vágs Kommuna her. Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Eyðhild Mørk og Helenu Hergeirsdóttir á ávikavist eydhild@vagur.fo ella helena@vagur.fo.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í staðin.
Vágs Kommuna søkir starvsfólk til Páls Høll og hallarøkið. Tú verður partur av einum toymi, sum dagliga tryggjar trygd, góðsku og eina positiva uppliving fyri bæði familjur, gestir og ítróttarfólk. Starvið fevnir um arbeiðsuppgávur, sum í mestan mun eru í baðilandinum Páls Høll, men eisini kann væntast, at tú hjálpir til við avtalaðum og fyrifallandi uppgávum á hallarøkinum.
Okur leita eftir fólki, sum er álítandi, tænastusinnað og trívast í einum umhvørvi, har eingin dagur er heilt eins. Sum starvsfólk verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt.
Starvsuppgávur
Dagliga reingerð í Páls Høll, herundir klárgerðing og avriggan í samband við almenna svimjing og tá tiltøk eru.
At vera lívbjargari og at passa móttøkuna.
Taka vatnroyndir, returskoling og betjena teknisku instalatiónirnar.
Aðrar fyriskipaðar og fyrifallandi arbeiðsuppgávur á hallarøkinum.
Førleikar tínir:
· Duga væl at svimja og kunna standa lívbjargararoyndina.
· Hava góðar telduførleikar
· Duga væl at gera reint.
Vera fyrikomandi, tænastusinnað/-ur og duga væl at samstarva.
Vísa arbeiðssemi, nærlagni og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fast starv á 39 tímar um vikuna við føstum arbeiðstíðum, sum, í mestan mun, liggja millum mánadag og fríggjadag. Starvsdagur er skjótast gjørligt. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarflokkur 2.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast inn umvegis HR-skipanina hjá kommununi, og vera okum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 17. desembur 2025.
Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta
Um tú hevur spurningar, so kanst tú venda tær til Davið T. Hafsteinsson, virkandi hallarleiðari, á telefon 28 50 00.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Vágs Kommuna er altíð áhuga at frætta frá fólki, sum kundu hugsa sær at starvast hjá kommununi, gjørt verkætlanir ella komi í starvsvenjing.
Tú er vælkomin at senda okum eina umsókn, har tú greiðir frá hvør tú er, tínum royndum og møguligari útbúgving, og hví tú ynskir at starvast hjá Vágs kommunu.
Tá søkt verður, verður samtykt givin um, at Vágs Kommuna kann varðveita og viðgera upplýsingarnar, lívsrensl og onnur skjøl, sum latin vera okum umvegis sjálvbodnu umsóknina.
Umsóknin verður goymd í 6 mánaðir.