Leys størv
Vágs Kommuna søkir eftir einum røskum og álítandi starvsfólki til bingjuplássið á Oyrunum. Starvið er 10 tímar aðruhvørja viku, við møguleika fyri at arbeiðstíðin kann verða longd.
Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan er at hava umsjón við bingjuplássinum og moldgoymsluni hjá kommununi. Arbeiðið fevnir millum annað um at:
taka ímóti og vegleiða borgarum, sum koma á bingjuplássið
tryggja, at burturkast verður skilt og lagt í røttu bingjurnar
halda bingjuplássið og moldgoymsluna ruddilig og væl skipað
hava eftirlit við økinum og boða frá, um tørvur er á tøming, viðlíkahaldi ella øðrum
loysa aðrar smærri uppgávur, sum hoyra til raksturin av økjunum
Okur vænta, at tú
Ert røkin, álítandi og fyrikomandi. Tú dugir væl at samskifta við fólk og kanst arbeiða sjálvstøðugt. Tað er umráðandi, at tú hevur hug at halda økið reint og væl skipað og kanst vegleiða borgarum á ein vinarligan og greiðan hátt.
Arbeiðstíð og setan
Starvið er 10 tímar aðruhvørja viku. Møguleiki er fyri, at starvstíðin seinni kann verða longd. Bingjuplássið er opið soleiðis: Mánadag, ónsdag og fríggjadag kl. 17:00 – 19:00 og leygardag kl. 14:00 – 18:00.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir verður send umvegis HR-skipanina her. Freistin at søkja er 6. oktobur 2026. Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Linn M. Augustinussen, tekniskurleiðari, á telefon 239302 ella umvegis teldupost linn@vagur.fo.
Vilt tú arbeiða við málum, sum hava týdning fyri borgarar og vinnulívið í Vági? So ert tú tann, okur leita eftir til starvið sum tekniskur málsviðgeri.
Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv á teknisku deild hjá Vágs Kommunu, har deildin umsitur nýbygging, rakstur og øll teknisk øki hjá kommununi. Á deildini starvast trý fólk í fyrisitingini, og harumframt eru starvsfólk knýtt at húsavarða- og vegatoyminum, havnaumsjón og vaktarskipan.
Høvuðsuppgávur
Tú kemur at hava nógv samskifti við borgarar, fyritøkur, vinnulív, kommunustýrislimir og almennar myndugleikar.
Sum tekniskur málsviðgeri koma arbeiðsuppgávurnar millum annað at fevna um:
byggimálsviðgerð og aðra málsviðgerð á teknisku deild, umframt skráseting, viðgerð og avgreiðslu av málum
fyrireiking av málum til politiska viðgerð
samskifti við borgarar, fyritøkur og myndugleikar
skráseting og arbeiði í kortskipanum
smærri tilgongdir til minni verkætlanir og undirliggjandi umsiting av verkætlanum, eitt nú skjalaførslu
vanligt fyrisitingarligt skrivstovuarbeiði og aðrar uppgávur, sum hoyra til teknisku deild
Tú vísir beinleiðis til tekniska leiðaran, Linn Mohr Augustinussen. Starvsstaðurin er hjá Vágs Kommunu við høvuðssæti á kommunuskrivstovuni, Vágsvegur 30.
Vágs Kommuna og tekniska deild eru í støðugari menning, og tí kunnu arbeiðsuppgávurnar broytast við tíðini.
Førleikakrøv
Okur vænta, at tú hevur viðkomandi miðallanga útbúgving, t.d. sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving.
Harumframt vænta okur, at tú:
ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og dugir væl at samskifta við ymiskar áhugapartar
hevur góðan málsligan førleika í føroyskum
trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi
Tað er ein fyrimunur, um tú:
hevur kunnleika til byggisamtyktir og býarskipan, umframt royndir frá kommunalari ella almennari fyrisiting
hevur kunnleika til eina ella fleiri av hesum skipanum: ArcGIS ella aðrar kortskipanir, AutoCAD, Revit og 360-skjalaskipanina
Hjá okum fært tú
eitt fulltíðarstarv við fleksiblari arbeiðstíð, har tú eftir avtalu kanst leggja arbeiðsdagin til rættis, t.d. nær tú møtir um morgunin
møguleika at arbeiða heimanífrá ein dag um vikuna
Skipaði starvsfólka tilboð t.d. møguleika at svimja ókeypis í Páls Høll
møguleika at venja upp til tveir tímar í arbeiðstíð
ymisk sosial tiltøk fyri starvsfólk gjøgnum árið
lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag
Umsókn og upplýsingar
Ljóðar starvið áhugavert, og heldur tú, at tað er nakað fyri teg, taka okur fegin ímóti tínari umsókn.
Send okum umsóknina saman við avriti av prógvi og øðrum viðkomandi skjølum umvegis HR-skipanina hjá Vágs Kommunu í seinasta lagi 16. september.
Samrøður verða hildnar eftir umsóknarfreistina, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vágs Kommuna skilar sær rættin til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Eru ikki nóg nógvir hóskandi umsøkjarar, kann starvið verða lýst av nýggjum.
Hevur tú spurningar?
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Linn Mohr Augustinussen, tekniskan leiðara, á telefon 23 93 02 ella telduposti á linn@vagur.fo.
Okur gleða okum at frætta frá tær!
Vágs Kommuna er altíð áhuga at frætta frá fólki, sum kundu hugsa sær at starvast hjá kommununi, gjørt verkætlanir ella komi í starvsvenjing.
Tú er vælkomin at senda okum eina umsókn, har tú greiðir frá hvør tú er, tínum royndum og møguligari útbúgving, og hví tú ynskir at starvast hjá Vágs kommunu.
Tá søkt verður, verður samtykt givin um, at Vágs Kommuna kann varðveita og viðgera upplýsingarnar, lívsrensl og onnur skjøl, sum latin vera okum umvegis sjálvbodnu umsóknina.
Umsóknin verður goymd í 6 mánaðir.