fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Endurlýsing - Tekniskur Leiðari til Vágs kommunu

Vágs kommuna søkir eftir tekniskum leiðara at byrja skjótast tilber.

Vágs kommuna ynskir, at tekniski leiðarin megnar at tryggja høgt tænastustig og tíðarhóskandi umsiting, har dentur verður lagdur á nýhugsan, hetta so, at tekniska deild kann tryggja eina góða tænastu til borgarar, vinnulív og politikarar.

Tekniski leiðarin hevur dagligu leiðsluna av teknisku deild hjá Vágs Kommunu og verður skrivari hjá Teknisku- og umhvørvisnevndini og hjá Havna- og vinnunevndini.

 

Arbeiðsuppgávurnar verða m.a. hesar:

-          Dagliga leiðslu av tekniska økinum

-          tilrættalegging og stýring av kommunalum uppgávum

-          býar- og byggiplanlegging

-          málsviðgerð, ráðlegging og ráðgeving

-          prosjektering og eftirlitsarbeiði

-          uppmáting, kortlegging og skráseting

 

Kommunan ynskir, at tú:

-          hevur viðkomandi langa ella miðallanga útbúgving á økinum

-          hevur leiðslu- og fyrisitingalikar royndir

-          hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt

-          hevur góðan telduførleika

-          hevur góð samskiftisevnir, bæði munnliga og skrivliga

-          hevur góð samstarvs- og tillagingarevni og dugir væl við viðskiftafólki

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

-          Tekniski leiðarin er partur av leiðslutoyminum hjá Vágs Kommunu

-          starvið er fulltíðarstarv

-          starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag

Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um lívsroyndir skulu sendast til Vágs Kommunu í seinasta lagið 21. august 2024. Umsóknin og skjøl skulu sendast inn her.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petry H. Mortensen, býráðsskrivara á tlf. 733008.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vágs Kommuna skilar sær rætt til ongan umsøkjara at velja og um mett neyðugt lýsa av nýggjum.

Lagt út tann
16. jul. 2024
Starv
Tekniskur Leiðari
Starvsheiti
Endurlýsing - Tekniskur Leiðari til Vágs kommunu
Virki
Vágs kommuna
Deild
Tekniskur leiðari
Umsóknarfreist
21. aug. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor