fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Leiðari til Musikkskúlan í Vági

Kundi tú hugsa tær at sett títt fingramerki á tónleikaumhvørvið í Vági og at verið við til at forma komandi ættarligi av tónlistaspírarnar? Hevur tú hug at standa á odda fyri Musikkskúlanum í Vàgi? Starvið sum leiðari fyri musikkskúlan í Vági er leyst at søkja.

Um Musikkskúlan í Vági

Musikkskúlin í Vági hevur sum endamál at ríka um tónleikavirksemi og sang í nærumhvørvinum, og at bjóða undirvísing á høgum stigi. Musikkskúlin er ein týðandi liður í at menna tónleikaevnini hjá einstaklingum og hjá bólkum, og geva hvørjum næmingi sær møguleika at uppliva og meta um tónleik.

Leiðarin fyri Musikkskúlan í Vági hevur tætt samstarv við lærarar, næmingar, heimini, fólkaskúlan, dagstovnaøki, tónleika- og sangbólkar og onnur, sum hava áhugað innan økið. Leiðarin hevur eisini ábyrgd av rekturtering av næmingum og sjónliggerðini av Musikkskúlanum.

Musikkskúlin í Vági er partur av føroysku musikkskúlaskipanini og er settur á stovn av og skipaður undir Vágs Kommunu.

Musikkskúlin heldur til í hølum í Vágs skúla.

Krav til umsøkjara

Leiðarin skal hava útbúgving frá musikkkonservatorii ella líknandi. Og okur væntað, at tú m.a.:

·         ert ein kveikjandi leiðari

·         ert førur fyri at ganga á odda, leggja til rættis og skipa fyri

·         hevur góð samstarvsevni

Tað kann verða ein fyrimunur at vera lærari í musikkskúlanum.

Setanartíðarskeið 1. august 2024 til 31. juli 2029.

Arbeiðstíðin er 5 tímar um vikuna svarandi til 1/4 tíð sambært sáttmálanum hjá Føroya Musikklærarafelag.

Umsóknarfreist

Skrivligar umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 28. juli 2024 kl.12:00.

Umsóknir skulu sendast talgilt her.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Magnus Paula West, trivnaðarleiðara, á telefon 23 93 92 ella teldupost magnus@vagur.fo.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Lagt út tann
04. jul. 2024
Starv
Musikkskúlaleiðari
Starvsheiti
Leiðari til Musikkskúlan í Vági
Virki
Vágs kommuna
Deild
Musikkskúlaleiðari
Umsóknarfreist
28. jul. 2024
Starvstíð
01. aug. 2024 - 31. jul. 2029
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor