fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Námsfrøðingar til dagstovnaøkið

Vágs Kommuna søkir eftir námsfrøðingum at starvast millum 25 - 35 tímar um vikuna, at byrja í august 2026, talan er bæði um føst- og tíðaravmarkaði størv.

Eikilund, Sóljan, Frítíðarskúlin og Ungdómshúsið mynda dagstovnaøkið, men hava sjálvstøðugar karmar at virka undir. Náttúran og nærumhvørvið seta sín dám á gerandisdagin í dagstovnaøkinum.

Okur vænta, at tú:

  • kanst arbeiða sjálvstøðugt, men dugur at samstarva

  • er jalig/ur og sær møguleikar, heldur enn forðingar

  • tekur ábyrgd og setur tær mál

  • skapa góðar og tryggar umstøður í gerandisdegnum saman við børnum

  • ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

Okur bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á dagstovnaøkið hjá Vágs Kommunu.

Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir verður send umvegis HR-skipanina her. Freistin at søkja er 8. mai 2026. Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Eyðhild Mørk og Helenu Hergeirsdóttir, dagstonvaleiðarar, á telefon 239341 239343 ella  umvegis teldupost eydhild@vagur.fo og helena@vagur.fo

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í staðin.

Lagt út tann
24. apr. 2026
Starv
Námsfrøðingar til dagstovnaøkið
Starvsheiti
Námsfrøðingar til dagstovnaøkið
Virki
Vágs kommuna
Deild
Eikilund
Umsóknarfreist
08. mai 2026
Byrjunardagur
03. aug. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor