fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Starv í móttøkuni hjá kommunulæknanum í Vági

Søkt verður eftir starvsfólki til móttøkuna hjá kommunulæknanum í Vági at byrja 1. juli 2026 ella eftir nærri avtalu.

Starvsinnihaldið er m.a.:

  • borgaramóttøka, her undir at vegleiða fólkum við diskin, svarað telefon og teldupostar og geva tíðir til lækna.

  • journalisera .

  • skriva rutinu reseptir eftir førimuni og halda kanningarrúmini rein.

  • reingerð og sóttreinsa  amboð.

  • bíleggja vørur og skilja og senda post.

  • fyrifallandi skrivstovuarbeiði.

Førleikakrøv:

Tað er eitt krav, at tú hevur grundleggjandi telduførleikar, ert røkin og tænastusinnað/-ur, og at tú hevur hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt. Tað ein fyrimunur - men ikki ein treyt - um, tú:

  • áður hevur arbeitt hjá kommunulækna.

  • hevur heilsufakligaútbúgving ella læknaskrivari.

  • og/ella starvsroyndir innan heilsuverkið.

Setanartreytir:

Talan er um 35 tímar um vikuna. Starvið er lønt samsvarandi sáttmála millum avvarandi felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn og spurningar

Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívsrensl og møgulig viðmælir verður sent til Vágs Kommuna her. Freistin er 5. mai 2026. Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Magnus Paula West á magnus@vagur.fo ella 239392.

Lagt út tann
21. apr. 2026
Starv
Starv í móttøkuni hjá kommunulæknanum í Vági
Starvsheiti
Starv í móttøkuni hjá kommunulæknanum í Vági
Virki
Vágs kommuna
Deild
Heilsumiðstøðin
Umsóknarfreist
05. mai 2026
Byrjunardagur
01. jul. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor