fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Verkafólk til teknisku deild í summar

Vágs Kommuna søkir eftir tveimum verkafólkum til tíðaravmarkað størv fram til 1. september 2025 á teknisku deild.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um røkt av kommunalum ognum, sláing av grasi og annað fyrifallandi arbeiði á deildini.
Ynskiligt er, at tú hevur vitan og royndir innan verkafólkaarbeiði og hevur koyrikort.

Setanarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Starvið er tímalønt.

Umsókn og upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Linn Mohr Augustinussen, tekniskur leiðari, á telefon 23 93 02 ella umvegis teldupost á linn@vagur.fo. Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum hóskandi skjølum skal sendast inn her á okra HR-skipan og vera okum í hendi í seinasta lagi 16. mai 2025. Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta

 

Lagt út tann
02. mai 2025
Starv
Verkafólk til teknisku deild í summar
Starvsheiti
Verkafólk til teknisku deild í summar
Virki
Vágs kommuna
Deild
Tekniska deild
Umsóknarfreist
16. mai 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor