fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Starvfólk til grøna toymi og gravari

Hevur tú grønar fingrar? Dámar tær at arbeiða úti og at snøggað økir, har tað grør og blómar? Okur leita eftir einum persóni at gerast partur av grøna toyminum, sum viðlíkaheldur grønu økini hjá kommununi, og samstundis vera gravari og viðlíkahalda kirkjugarðin.

Arbeiðsuppgávur:

  • Viðlíkahalda grønu økini, serliga teimum plantaðu økjunum.

  • Gravari hjá kommununi og røkjakirkjugarðin.

  • Partur av grøna toyminum og fremja burðardyggar loysnir.

  • Aðrar fyrifallandi uppgávur eftir tørvi.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum gartnari ella royndir innan líknandi arbeiðsøki.

  • Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

  • Áhugi fyri at loysa gravara uppgávuna við tign.

  • Góð samskiftisevni og álítandi arbeiðsháttur.

Okur bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv.

  • Møguleika at arbeiða í toymi.

  • Góðar arbeiðsumstøður og løn eftir avtalu

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Linn Mohr Augustinussen, tekniskur leiðari, á telefon 23 93 02 ella umvegis teldupost á linn@vagur.fo. Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum hóskandi skjølum skal sendast inn her á okra HR-skipan og vera okum í hendi í seinasta lagi 16. mai 2025. Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta.

Lagt út tann
02. mai 2025
Starv
Starvfólk til grøna toymi og gravari
Starvsheiti
Starvfólk til grøna toymi og gravari
Virki
Vágs kommuna
Umsóknarfreist
16. mai 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor