fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Mennari til Vágs Kommunu

Er samskifti og samskipan náttúrligt fyri tjeg? Dugur tú at síggja vinnuligir møguleikar, sum kunnu leggjast afturat ella stuðla verandi vinnulívið? Og hevur tú eitt jaligt og vinarligt lyndi? So er tað møguliga tær okur leita eftir.

Okur leita eftir einum mennara, ið skal styrkja og menna vinnuøkið í Vágs Kommunu og kommunalar tænastir.

 

Mennarin skal skapa nørandi karmar fyri vinnulívið og tryggja, at kommunalar tænastir eru viðkomandi. Tú verður eisini ein týðandi viðspælari á ferðavinnuøkinum, har tú m.a. skal fyrireika cruisevitjanir og samskipa tiltøk og átøk innan ferðavinnu.

 

Tú verður partur av dugnaliga toyminum hjá Miðlatúni og Vágs Havn, og starvsstaðurin er hjá Vágs Kommunu. Okur bjóða eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persnónligari menning.

 

Persónsvangi

Okur leita eftir tær, sum ynskir at koma við nýggjum hugskotum og førir tey út í lívið við fyrisitingarligum skili. Tú skal hava innlit í vinnuøkið og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í einari kommunalari umsiting. Okur vænta:

-        at tú hevur royndir innan sølu- og marknaðarføring, samskipan, málsviðgerð og kunnleika til fyrisiting.

-        at tú dugir væl enskt og føroyskt í skrift og talu.

-        hevur viðkomandi útbúgving saman við viðkomandi vinnuligum royndum.

-        royndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum.

 

Starvsinnihald

Mennarastarvið er fjølbroytt og fevnir víða, tó kunnu hesar uppgávur metast sum týdningarmestu:

-        menna vinnutænastir og borgaratænastir hjá Vágs Kommunu.

-        arbeiða við at økja um inntøkumøguleikarnar hjá Vágs havn.

-        fyrireika Vágs havn til framtíðar uppgávur og avbjóðingar.

-        fremja strategiska menning av vinnuøkinum sum heild.

-        arbeiða við burðardygt, EPI og ESG-rapportering.

-        síggja møguleikar sum kunnu betra karmarnar hjá vinnulívinum.

-        samskipa og leiða verkætlanir á vinnuøkinum og tiltøk fyri vinnuna.

-        samskipa og menna ferðavinnutænastir og átøk.

-        fyrireika mál til nevndarfundir, umframt aðrar fyrisitingarligaruppgávur, og at fremja samtyktir hjá nevndum og býráðið, sum viðvíkur vinnuøkinum.

 

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Mennarin hevur tilvísing til trivnaðarleiðaran.

 

Umsókn og spurningar

Fyrispurningar kunnu stílast til Magnus Paula West, trivnaðarleiðari, á telefon 239392 ella teldupost magnus@vagur.fo.

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu senda umvegis hetta her. Freistin at søkja starvið er 6. januar 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vágs Kommuna skilar sær rættin til ongan umsøkjara at velja og um mett neyðugt at lýsa av nýggjum.

Lagt út tann
21. nov. 2024
Starv
Mennari til Vágs Kommunu
Starvsheiti
Mennari til Vágs Kommunu
Virki
Vágs kommuna
Deild
Trivnaðarleiðari
Umsóknarfreist
06. jan. 2025
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor